Tað var ikki óvæntað, at 1. liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag um vikuskiftið tryggjaði sær FM-heitið í liðkappingini.
Klaksvíkingar hava verið klárt tað besta liðið alt árið, serliga í fyrru helvt av kappingini, har teir nóg illa mistu nakað stig.
Í hesum næstseinasta umfarinum skuldu teir telva móti toftamonnum, sum lógu næstniðast við 10 stigum, eitt stig frammanfyri hitt fyrstudeildarliðið hjá Klaksvíkar Talvfelag.
Og her gjørdu klaksvíkingar bart og vunnu 4-0. Sostatt hvarv seinasta vónin hjá Havnar Telvingarfelag, sum var einasta lið, sum kundi hótta KTF, men sum misti eitt stig móti Streymi. Men tað hevði gjørt tað sama, um Havnin eisini hevði vunnið 4-0 á sundalagsmonnum, tí tað hevði framvegis ikki verið nóg mikið til at kunna taka Klaksvík 1 aftur.
Klaksvík 2 fekk eitt sindur óvæntað hálvtannað stig frá kollfirðingum og fóru sostatt upp um Toftir áðrenn seinasta umfarið í kappingini, har tað verður avgjørt, um tað verður Toftir ella Klaksvík, sum flytir niður.
Í 2. deild er støðan í toppinum væl javnari enn hon er í 1. deild, og bert hálvtannað stig er ímillum trý tey ovastu, sum eru Sandavágur, Vestmanna og Havnin 2. Av hesum trimum er tað bert Havnin, sum frammanundan hevur lið í 1. deild. Har er annars staðfest, at Kollafjørður 3 flytir niður, men tað bilar ikki heilt so nógv hjá kollfirðingum, sum framvegis hava eitt lið í 1. deild og eitt í 2. deild og sostatt eru væl umboðaðir í kappingini.










