Klaksvíkingar eiga servuna

Botnliðið úr Sandavági fekk um vikuskiftið heiðurligt úrslit ímóti vestmenningum, og oddaliðið úr Klaksvík vann samstundis trygt sín dyst, og tískil eru teir fremstir áðrenn oddadystin komandi leygardag

Føroyameistararnir úr Vestmanna høvdu ætlað sær stórsigur ímóti sandavágsmonnum. Fyrsta borðið hjá ST, Olaf Berg, møtti ikki til talvið ímóti John Rødgaard. Og tá ið hinir á vestmannaliðnum høvdu góðar støður í miðspælinum, vóru líkindi fyri einum stórsigri ikki sørar.
Torkil Nielsen fótaði tó sær í truplari støðu, tá ið Carl Eli N. Samuelsen ikki sló til tá tað galt. Í 40. leiki, við 6 sekundum á talvklokkuni, leikti Carl Eli avgerandi feilin, og Torkil vann endatalvið trygt.
Talvið á fjórða borðið millum Rógva E. Nielsen og Sjúrð Thorsteinsson sá alla tíðina rættiliga javnt út, og tí varð eingin yvirraskaður yvir friðarúrslitið. Jákup á Rógvu Andreasen vann eins og í 1. umfari á Jón Gregersen. Teir leiktu somu byrjan í Sandavági, og enn einaferð fekk Jákup koppað unga sandavágsmanninum.
Sostatt ein smalur 2,5-1,5 sigur til vestmenningar.
 
Goliath vann á Dávidi
Við Heina Olsen aftur við talvborðið (Heini var ikki við seinasta umfar ímóti Havnini), var Klaksvík 1 greiður favorittur at vinna “lokaldystin” ímoti Klaksvík 2. Sigurin varð tó ikki eins stórur sum væntað varð. Steintór Rasmussen og Finnbjørn Vang máttu nevniliga taka til takkar við javnleiki ímóti ávíkavist Rana Baldurssyni og Rúna Dragaberg.
Heini og Haldur Suni Johansen vunnu á ávíkavist Tummas Martini Anthoniussen og Rógva Dragaberg.
Úrslitið varð tí 3-1 til oddaliðið, sum nú er hálvt stig fremst áðrenn gulldystin komandi leygardag tá vestmenningar koma á vitjan í Klaksvík.
 
VT vinnur helst 2. deild
Vestmenningar eru væltelvandi í 2. deild. Eftir at Havnin 3 tapti ímóti Havnini 2, eru vestmenningar 2,5 stig fremstir áðrenn seinastu fýra umførini.
Í 3. deild hevur kappingin skilt seg. Fýra lið kappast um uppflyting: KTF 3, sum er fremst, HT 4, HT 5 og ST 3.
 
Wijk aan Zee er byrjað
Topalov, Anand, Kramnik og fleiri aðrar stjørnur telva í løtuni í siðvondu superstórmeistarakappingini í Wijk aan Zee. Í fjør vunnu Topalov og Anand við 9,5 stigum av 13 møguligum.
Fýra umfør eru telvað, og heldur óvæntað er 19 ára gamli Radjabov – sum telvaði við í 1st Tórshavn International í ár 2000 – fremstur við 3,5 stigum. Topalov hevur 3 stig, meðan fleiri telvarar hava 2,5 stig, eitt nú Anand og Kramnik. 16 ára gamli Magnus Carlsen hevur 1 stig. Níggju umfør resta í.