Okkaradeildin: StÍF - Team Klaksvík, Ítrottarhøllin á Skála klokkan 20.00
Team Klaksvík leitar framvegis eftir sínum kappingarársins fyrstu stigum, tá ið klaksvíkingar bjóða StÍF av á Skála í kvøld.
Tað munnu vera tey fæstu, sum vænta at stigini skulu koma á Skála í kvøld, men út frá úrslitunum seinastu vikurnar, eru klaksvíkingar í ávísari framgongd. Seinastu tveir dystirnar hevur Team Klaksvík tapt við ávikavist tveimum og fimm málum, og tað er ein bati.
Fyri einum mánaða síðani skoraðu klaksvíkingar 21 mál og fingu 34 ímóti sær í miðal.
Nú áðrenn dystin í kvøld eru miðaltølini hjá Team Klaksvík at teir skjóta 22,4 mál í miðal og fáa 33 ímóti sær.
Men tað er framvegis langt upp til miðaltølini hjá StÍF
StÍF skorar 28 mál og fær 28,3 mál ímóti sær í miðal - Tað er bara Team Klaksvík, sum fær fleiri mál ímóti sær í miðal.
Ein av heiðurligari ósigrunum hjá Team Klaksvík kom eisini ímóti júst StÍF í fyrsta umfari, tá ið StÍF vann 27-23.
Sí eisini:
12 Kaito-mál vóru ikki nóg mikið ímóti Sveini og StÍF
StÍF møtir við einum svangum liði, ið vil vaska ósigurin ímóti Neistanum sunnudagin av sær.
Sí eisini:
Skjóta spælið og góðu úrslitini hjá StÍF hevur kyknað sannan hondbóltsfepur við Skálafjørð, og eydnast tað at basa klaksvíkingum, er StÍF aftur næstfremst í Okkaradeildini.
Tað skal eydnast uttan toppskjúttan, Pætur Johansen, sum framvegis er burturstaddur.
Sí eisini:
StÍF uttan toppskjúttan í ein mánað
Hetta er annar dystur av trimum í grundspælinum millum liðini bæði.
Málskjúttarnir í fyrsta dystinum vóru hesir:
Team Klaksvík – StÍF 23-27 | |
Okkaradeildin: 18/09/2019 | |
Málskjúttar Team Klaksvíks | |
Kaito Nakahodo | 12 |
Vilhelm Vilhelmsen | 4 |
Sámal á Tjaldrafløtti | 3 |
Jens Pauli Mohr | 2 |
Zezva Iobashvili | 1 |
Beinir Johannesen | 1 |
Málskjúttar StÍF | |
Pætur Ó. Barclay | 6 |
Ivan Mrdalo | 6 |
Jóannes Prestá | 5 |
Pætur Johansen | 3 |
Sveinur Justinussen | 3 |
Bjarni í Selvindi | 1 |
Dávid Danielsen | 1 |
Djóni J. Petersen | 1 |
Martin Danielsen | 1 |
Støðan í Okkaradeildini áðrenn dystin í kvøld (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 8 | 241 | 191 | 50 | 14 |
2 | VÍF | 9 | 263 | 240 | 23 | 12 |
3 | StÍF | 9 | 253 | 255 | -2 | 11 |
4 | Neistin | 9 | 243 | 222 | 21 | 10 |
5 | KÍF | 9 | 251 | 240 | 11 | 9 |
6 | Kyndil | 8 | 208 | 226 | -18 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 8 | 179 | 264 | -85 | 0 |