Klaksvíkingar í bíðistøðu

- Vit viðgera málið í løtuni, annars havi eg onga viðmerking, fyrr enn ein niðurstøða er gjørd, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, um húkamálið

Fríggjadagin kom Landsverk við sínari avgerð í sonevnda húkamálinum, og boðini eru greið: Húkurin skal takast niður aftur.
Húkurin varð upprunaliga settur upp til Sjómannadagin í Klaksvík, men meiningin hjá fyrireikarunum var alla tíðina, at hann skuldi verða standandi. Trupulleikin er bert tann, at húkurin stendur í einari rundkoyring, sum er partur av landsvegakervinum, og tískil er Landsverk avvarandi myndugleiki. Og Landsverk vil hava húkin tiknan niður.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sigur, at tey í løtuni hava málið til viðgerðar, men hon dugir ikki at siga, nær ein endalig støða verður tikin til, antin býráðið fer at kæra avgerðina hjá Landsverk til Vinnukærunevndina.
- Tað verður helst greitt í morgin, ella í hvussu er ein av fyrstu døgunum, sigur Gunvá við Keldu.
Eisini fyrireikararnir av Sjómannadegnum bíða eftir býráðnum.
- Vit eru í bíðistøðu í løtuni. Málið er aftur hjá býráðnum, so vit bíða bara eftir, hvørja støðu teir taka, og sum skilst á lagnum verður avgerðin hjá Landsverk helst kærd, sigur John William Joensen, ið er ein av fyriskiparunum av Sjómannadegnum.
Hann sigur, at tað alla tíðina var ætlanin, at húkurin skuldi verða standandi, og tað kemur tí rættiliga óvart á, at Landsverk nú hevur kravt húkin tiknan burtur.
- Tað eru fleiri dømir um aðrar rundkoyringar við ymiskum lutum í, sum fáa loyvi at standa, sigur John William Joensen.