Klaksvíkingar bæði gull og bronsu

Klaksvíkar Billardfelag vann bæði gull og bronsu í føroyameistarakappingini í billard fyri lið. Í endaspurtinum um vikuskiftið vístu royndu og frægu billardspælararnir úr Klaksvík, at føroyskt billard er tað sama sum Klaksvík og klaksvíkingar

Eftir eina sera javna og spennandi kapping eydnaðist tað oddaliðnum hjá Klaksvíkar Billardfelag at vinna gull. Havnar Klubbi, sum fekk silvur, gavst tó ikki, fyrr enn seinasta umfar var liðugt. Tá avtornaði, var javnt millum KBF og HK, tí bæði liðini fingu 40 stig, men klaksvíkingar vóru teir nógv betru, tá tað kom til eygu. At Klaksvíkin eigur Føroya bestu billardspælarar prógvaði eisini teirra næstbesta lið, KBF2, sum tók bronsuna við heim.
Kappingin í ár hevur verið sera jøvn, og meðan KBF1 legði seg á odda frá byrjan, so kom HK sterkt aftur og yvirhálaði klaksvíkingar undan seinasta umfarinum. Men Hallur Joensen og Sonhard Johannesen vóru teir stinnaru, tá ástóð. Á silvurliðnum hjá Havnar Klubba vórðu Niels Nielsen og Jógvan Jørgensen.
Mimir, sum vitjaði í Klaksvík um vikuskiftið, fekk ikki fótin fyri seg. Steinbjørn í Dali og Jan Müller, sum hava mannað Mimirsliðið í mong ár, máttu fara heimaftur við ongum stigi. KBF1 vann 8-0 á Mimi, sum við hesum úrslitinum noyðist at sleikja sárini til næsta kappingarár.

Eisini klaksvíkingar
Úrslitið av FM-kappingini varð annars sera javnt. Javnleikur var í stigum, bæði um gullið og um bronsuna, so eyguni avgjørdu, hvør gjørdist vinnari. Aftasta liðið í kappingini var Tvøroyrar Billardfelag.
Taka vit einstøku úrslitini, gjørdist Kristian Sune Høgnesen besti spælarin í liðkappingini við nærum 30 eygum í meðal. Næstbestur var Hallur Joensen við umleið 24 eygum í meðal, og á triðja plássi var enn ein klaksvíkingur, Sonhard Johannesen, við umleið 23 eygum. Í hølunum á teimum kom Steinbjørn í Dali.
FM í billard fyri einstaklingar verður spælt í Havnar Klubba á páskum. Tá fara 12 av landsins bestu billardspælarum at dystast um, hvør skal vinna FM-heitið fyri 2010. Verandi meistari er Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag, sum óivað verður ringur at taka, men í billard er einki avgjørt fyrr enn í seinasta umfarinum.