- Klaksvíkin skal hava eitt hotell

- Klaksvíkin skal hava eitt hotell. 


Tað var greiði boðskapurin frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, tá hann helt røðu til Uppliva Klaksvík tiltakið, ið Klaksvíkar kommuna skipar fyri í Føroyingahúsinum í kvøld. 


Tað var tá borgarstjórin nevndi ymiskar verkætlanir, ið kommunan hevur stungið út í kortið næstu árini, at borgarstjórin upplýsti, at kommunan er farin í holt við at fáa eitt nýtt hotell til býin. 


- Grunstykkið er sett av til eitt hotell, tí Klaksvíkin skal hava eitt hotell. Vit eru í dialog við ymiskar fyritøkur um at byggja eitt hotell í býnum, og meta tað er neyðugt, um vit ynskja at náa okkara málum.