Klaksvíkin kókar

Tveir rimmar festivaldagar eru farnir aftur um, men stóri familjudagurin á Summar Festivalinum er framvegis eftir. Túsundtals fólk í góðum lag vóru aftur á Summar Festivalinum fríggjakvøldið. Melanie C og Dynamitt savnaðu stóra fólkamongdir á Vágsbøi, og lagið var avbera gott. Fólk hugnaðu sær eisini til framførslur á Torginum og í Flags tjaldinum, og í Silvalandi hava yngru festivalgestirnar roynt mongu spennandi tilboðini.

 

Tveir festivaldagar eru farnir aftur um, men stóri familjudagurin er nú fyri framman. Leygardagin verður lagt fyri við stórum barnashowi á stóra pallinum, og har fara Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudid at undirhalda familjunum, áðrenn danski sangarin Basim fer at syngja fyri teimum.

 

Stórur spenningur er eisini til framførsluna hjá Kára P, sum verður leygarkvøldið kl. 21.00, og seinni á kvøldinum ber til at uppliva The Dreams, ið fara at spæla í Føroyum fyri fyrstu ferð, síðani teir vóru við í danska Grand Prixnum.

 

Dagsbillettir til leygardag kunnu keypast við inngongdina til Summar Festivalin.