Klaksvíkin jólamiðdepil

Gongur sum ætlað, verður Klaksvíkin í framtíðini jólamiðdepil í Føroyum

Saman við øðrum skapandi kreftum í Klaksvík, arbeiðir felagið IRIS í hesum døgum, við at gera eina almenna skrá fyri alt tað, sum skal henda í býnum í desembermánaða.
   
Talan er um eina skrá, sum bæði skal hýsa handilsligum, mentanarligum, ítróttarligum og andaligum tiltøkum. Meiningin er at fáa øll tiltøk í eina breiða og forvitnisliga felagsskrá, siga fyriskipararnir.
   
Fólkini aftanfyri IRIS hava í 12 ár skipað fyri, at Jólaskipið kemur siglandi inn eftir Klaksvíkini seinast í desember.
   
Í framtíðini er ætlanini at útbyggja hetta tiltak soleiðis, at Jólaskipið bert er ein partur av øðrum tiltøkum.
   
Ætlanin er at útbyggja skánna so mikið nógv komandi árini, at Klaksvíkin um nøkur fá ár, skal gerast ein jólamiðdepil í Føroyum.
   
Tað er ikki tørvur á hugskotum, men eyðsæð er tað, at ikki alt kann fara av bakkastokki fyrsta árið.
   
- Í ár gera vit eina skrá, sum skal útbyggjast so við og við. Ætlanin er, at fyrstu jólini eftir at samband er millum Klaksvíkina og meginlandið, skal Klaksvíkin verða ein hugnaligur og spennandi jólabýur.
   
Tá skulu vit kunna bjóða øllum føroyingum góðar upplivingar og tilboð, siga fyrirreikararnir í tíðindaskrivi.
   
Endaliga skráin fyri í ár verður lýst seinast í hesum mánaðnum.

Jólakskipið fyrr í ár

Øll undanfarin ár er Jólaskipið komið á Klaksvíkina beint upp undir jólaaftan, men í ár verður tað øðrvísi. Um alt gongur eftir ætlan og veðrið verður til vildar, kemur Jólaskipið longu fríggjadagin 5. desember.
   
Ein orsøk til at vit hava lagt Jólaskipið júst henda dag, er, at sama dag hevur Handilsfelagið í Klaksvík ?Open by night?, siga fyrireikararnir.  
   
Fleiri onnur spennandi tiltøk verða í desember frætta vit frá IRIS.
   
Feløg, handlar og felagskapir, ið hava tiltøk, sum tey halda eiga at koma í hesa desember jólaskránna, kunnu venda sær til IRIS á tlf 456390 ella við at senda ein teldupost til iris@iris.fo.<?xml:namespace prefix = o ns = ""urn:schemas-microsoft-com:office:office"" /><o:p></o:p>



<o:p> </o:p>