?Fyri Klaksvíkina hevur Summarfestivalurin ein heilt ómetaliga stóran týdning,? sigur Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. ?Vit eru altíð á summarfestival, um tað liggur fyri. Her er so ótrúliga breitt úrval av tónleiki, har allar genrir eru umboðaðar,? sigur Vígdis, ið er gift við varaborgarstjóranum.
?Tað er einki at siga til, at vit í Klaksvíkar kommunu eru glað fyri Summarfestivalin. Her koma kanska eini 12.000 fólk, og tey leggja nógvar krónir eftir seg. At vit so eisini kunnu hýsa steypadystin eru vit sjálvsagt eisini fegin um,? sigur Jógvan.
?Eg hugsi ikki so nógv um kommununa í so máta. Mær dámar best at ganga runt og heilsa upp á fólk so sum gamlar floksfelagar,? sigur Vígdis.
?Klaksvíkin skal vera fyri øll. Tí arbeiða vit nógv í býráðnum við at gera karmarnar rundan um tílík tiltøk so góðar sum yvirhøvur gjørligt. Á tann hátt kunnu vit bæði økja um trivnaðin í býnum, samstundis sum vit økja um íbúgvaratalið,? sigur Jógvan.