ítróttarnátt
Ætlanin við slíkari Ítróttarnátt er, at feløgini bæði innan ítrótt og frítíð, fáa møguleikan fyri at vísa seg fram, umframt at vanligi áskoðarin, fær høvði til at royna hendan ítrótt, ella frítíðarfelagsskap. Soleiðis fáa tey, sum hava hug, møguleika at sigla við bátum, skógva og stigla hestar. Kappróður og frælsur ítróttur eru eisini á skránni, eins og fimleikur og badminton eru tað. Og sjálvandi skal fótbólturin eisini hava sítt pláss, nú KÍ fyllir hundrað, og her verður kappast í kynstrunum at skjóta brotsspørk og at jonglera.
Kvøldið byrjar kl 18.00, tá ið skrúgonga fer frá býraðshúsinum og niðan á vøllin við Djúpumýru, har borgmeistarin Steinbjørn O. Jacobsen og sparikassastjórin Eyðfinn Reyðberg, seta Ítróttarnáttina. Við í sjálvari skrúgonguni eru sjálvandi ítróttarfólk, brandbilur, Silvi og onnur.
Ítróttarnáttin endar við felagssangi og suppu í KÍ-høllini um miðnáttarleitið.










