Kappingin er partur av Grand Prix- kapping, sum TSF fyriskipar saman við feløgunum. Gjøgnum veturin verða kappingar fyriskipaðar kring landið, og teir, ið samanlagt standa seg best í kappingunum, koma í finaluna. Fyri at koma í finalubólkin krevst, at luttikið verður í minst 5 av 8 kappingum. Í Grand Prix – kappingini eru eisini tvær bólkakappingar, har telvarar við lægri styrkitali kappast sínamillum.
Kjølbro Open 2007 er tann næsta kappingin í røðini. Seinasta vikuskiftið vunnu Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang, báðir úr Klaksvíkar Talvfelag, fyrstu kappingina.
Bólkakappingarnar vunnu ávíkavist Herborg Hansen og Einar Gregersen, bæði úr Klaksvíkar Talvfelag.
Kjølbro Open 2007 er almenn og fer fram í hølum felagsins. Telvað verður soleiðis:
1. umfar: fríggjakvøldið kl. 19.00
2. umfar: leygardagin kl. 10.00
3. umfar: leygardagin kl. 14.00
4. umfar: leygardagin kl. 18.00
5. umfar: sunnudagin kl. 13.30
Umhugsunartíðin er 1½ tíma til alt talvið. Tilmelding fer fram á ktf@post.olivant.fo, og seinasta freist er hóskvøldið 12. Oktober kl. 21.00.