Samstundis, sum nýggja heildarætlanin fyri svimjihøllina varð almannakunngjørd, varð eisini nýggja búmerkið hjá svimjihøllini í Klaksvík avdúkað. Tað er Edward Fuglø, listamaður, sum hevur teknað nýggja búmerkið, ið varð avdúkað tunnilsdagin, hin 10. desember 2011.
Í sambandi við avdúkingina greiddi Edward frá um skapið og litirnar í búmerkinum, og hvat tað avmyndar og merkir.
Búmerkið hevur bylgjuskap, sum minnir um takið á Klaksvíkar Svimjihøll.
- Eitt sera vakurt og sigandi búmerki, sum framyvir verður partur av marknaðarføringini hjá Klaksvíkar Svimjihøll, sigur Klaksvíkar kommuna á síni heimasíðu.