Klaksvíkar Sløkkilið venjing á sjónum

Klaksvíkar Sløkkilið er væl útgjørt við nógvari ymiskari útgerð og góðum fólki í góðari venjing.

16 sløkkiliðsmenn eru við á liðnum í Klaksvík, og eisini er gjørd samstarvsavtala við Hvannasunds og Viðareiðis Kommunu, har átta sløkkiliðsmenn eru afturat í tilbúgvingin, har tað eisini nakað av útbúnaður er til endamálið. So tilsamans eru 24 mans.

Sløkkiliðið hevur eisini útgerð í Svínoy, har brandbilur er, og er nakað av útgerð á Kalsoynni. Sløkkiliðið gjørdi samstarvsavtalu við Kunoyar Kommunu í 2008.

Klaksvíkar Sløkkilið hevur regluligar venjingar av ymiskum slagi - og í dag høvdu teir flotað bát. Teir høvdu skipað fyri eini venjing á sjónum við eini oljusperru, sum teir umsita vegna Magn.

Teir drógu oljusperringina á ymiskan hátt, og var uppgávan at fáa hana at liggja í ávísum skapi á vánni, so hon gjørdi nyttu sum mest, skuldi óhapp verið.

Eftir venjingina, hevði húsavørðatoymið, sum er knýtt at sløkkiliðsstøðini, skipað fyri eini lítlari hugnaløtu niðan fyri sløkkiliðsstøðina, har teir grillaðu pylsur til sløkkiliðið - meðan teir mongu sløkkiliðsbilarnar sluppu útum at lufta sær eina løtu.

Klaksvíkar Sløkkilið hátíðarhelt sín 60 ára føðingardag i september í fjør.

Orð og myndir: Dávur Winther