Klaksvíkar Sløkkilið nýggjan bil

Týskvøldið kom nýggi sløkkibilurin hjá Klaksvíkar Sløkkilið til býin. Talan er um ein bil, sum millum annað hevur størri pumpur og størri motor enn tann gamli, sum nú er 17 ár

Klaksvík:
Onkur í Klaksvík mundi ivast í, um tað var eldur í týskvøldið um áttatíðina, tá sirenurnar frá einum sløkkibili hoyrdust um allan býin. Men so var ikki, tað var tann nýggi sløkkibilurin, sum júst var komin til býin, sum koyrdi við fullum útrykningi niðan til Sløkkiliðsstøðina í Kirkjubrekkuni.
Nýggi bilurin er av merkinum Scania og hevur 350 hesta dieselmotor. Bilurin er bygdur á Scania verksmiðjuni í Svøríki, hevur automatisk gear, og er bygdur heilt í aluminium.
Hædd er tikin fyri verandi tunlum ? við tað at bilurin er luftavfjaraður og kann hækkast ella lækkast við einum 15/20 sentimetrum.
Rúm er fyri 6 monnum í bilinum? harav 4 eru roykkavarar. Annars er bilurin sjálvandi útgjørdur við øllum neyðugum ljósum ? bæði vanlig og útrykningsljós ? bilurin hevur eisini eina 5-6 metur høga teleskopljósmastur, sum verður lyft upp á plássinum, so síggjast kann at arbeiða við teimum 1500 wattunum, sum masturin gevur.
Av hesum bilaslagnum hevur sløkkiliðið í Klaksvík nú 2 bilar. Kári Kjelnæs sigur, at sløkkiøkið er alsamt vaksandi, og eingin veit, nær 2 eldsbrunar verða fráboðaðir samstundis, so nú er bundið um heilan fingur.
- Møguleikar eru jú eisini fyri, at aðrar kommunur í Norðoyggjum koma við í eitt eldsløkkingar-samstarv fyri Norðoyaøkið, tí tað er eingin loyna, at tað er fíggjarliga avmarkað, hvat smáar kommunur megna, sigur Kári Kjelnæs, sum sjálvandi fegnast um nýggja bilin hjá Sløkkiliðinum.