Klaksvíkar Sjúkrahús ongan góðan í samgonguni

Skal Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) framhaldandi verða ein skansi í heilsuverkinum, má avgerð takast um m.a., hvørjar sergreinir skulu verða á sjúkrahúsinum, trygd veitast fyri, at leiðsla við fullum heimildum framhaldandi verður á staðnum, vissa fáast fyri, at tilbúgvingin ikki verður skerd og at peningur verður settur av til neyðugar íløgur komandi árini.

 

Men síðan nýggj samgonga varð skipað, hevur óvissa valdað um framtíðina hjá KS. 

 

Stór nevnd hevur orðað eina Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, sum ikki hevur gjørt støðuna betur - heldur tvørtur ímóti.

 

Ítøkiliga eru tað tilmælini um at avtaka leiðsluna á KS, og at skerja tilbúgvingina frá 24 tímum, til eina avmarkaða tilbúgving í dagtímunum, sum eru oyðileggjandi, um tey verða sett í verk. 

 

Ein fyriskipan á heilsuøkinum uttan leiðslu við fullum heimildum á staðnum og uttan tilbúgving alt samdøgrið, kann ikki rópast eitt sjúkrahús.

 

 

Eingin króna til íløgur

Annað, sum órógvar í sambandi við førda politikkin er, at eingin króna er sett av til íløgur á KS í 2017 og komandi árini.

 

Henda støða bøtir ikki um ótryggu støðuna.

 

Hóast tað eru játtaðar knappar 23 mió. kr., til íløgur og umvælingar seinastu árini, er als ikki komið á mál við umvælingum, umbyggingum og neyðugum útbyggingum, skal KS framhaldandi menna seg sum framkomið sjúkrahús.

 

 

Ógreið svar økja óvissuna

Í fleiri umførum er landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg, spurd, hvørjar framtíðarætlanir hon hevur við KS.

  

Men higartil hevur ikki eydnast at fáa ítøkilig svar. Svarið til seinasta fyrispurningin eg setti henni, er  einki undantak í so máta.

 

Tí liggur óttin fyri, at leiðslan á KS verður avtikin og flutt undir eina felags leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini á Landsjúkrahúsinum, og at tilbúgvingin verður skerd munandi, framvegis og lúrir.

 

Harumframt eru eingi útlit fyri, at neyðugar íløgur fara at verða gjørdar á KS í bræði. Sambært svarinum hjá landsstýriskvinnuni er ikki rúm fyri íløgum á KS á Fíggjarlógini.

 

 

Eigur KS ongan góðan í samgonguni?

Hóast tað í rúma tíð hevur verið ivasamt, hvør framtíðar leiðslubygnaður verður á KS og um tilbúgvingin á sjúkrahúsinum verður munandi skerd um stutta tíð, og sjálvt um landsstýriskvinnan hevur sligið fast, at ongar íløgur fara at verða gjørdar á KS, so letur ikki í nøkrum samgongulimi.

 

Spurningur er tí, um Klaksvíkar Sjúkrahús eigur nakran góðan í samgonguni?

 

Les meira: Svar frá Sirið Stenberg

 

 

Bjørn Kalsø

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin