Sjúklingarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kunnu nú hyggja eftir sjónvarpi uttan at fara úr songini. Men nýggju sjónvørpini eru ikki eitt úrslit av, at Heilsumálaráðið hevur uppraðfest trivnaðin, og tí hevur sett pengar av til sjónvørp.
- Við tí játtan, sum vit fáa og hava fingið tey seinastu mongu árini, hevði tað ikki verið í bræði, at vit sjálvi høvdu havt ráð til at gera hesa íløguna, staðfestir Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hugskotið til nýggju sjónvørpini eigur Arthur Gudjonson úr Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, og saman við Norðoya Sparikassa kundi hann í gjár handa sjúkrahúsleiðsluni eitt gávukort á 150.000 krónur.
Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, sigur at sjónvørpini koma væl við og fara at økja um trivnaðin á sjúkrahúsinum. Og sum hann sigur, so hevði hend íløgan ikki komið í lag uttan privatan stuðul, tí tørvur alla tíðina er á øðrum bráneyðugum tólum, og pengar eru ongir.
Privat fíggjað tól
Sjónvarpsgávan er ikki fyrsta privatfíggjaða íløga hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Norðoya Sparikassi hevur fyrr verið inni í myndini, ein kvinnubólkur fíggjaði einaferð ein ultraljóðsskannara, og aðrir felagskapir hava givið smærri gávur, sum til dømis leikur til børnini.
- Fyrr í ár heittu vit á Norðoya Sparikassa um at stuðla keypi av einum hjartatóli, sum skuldi brúkast millum annað í sjúkrabilunum. Hetta tóli var alneyðugt, men tað var dýrt, og vit høvdu ikki ráð at keypa tað.
- Antonius Olsen, vinnulívsmaður í Klaksvík, hoyrdi um tørvin á nýggjum hjartatóli og bjóðaði sær at fíggja tað. Tí kom Norðoya Sparikassi ikki við tá, greiðir Heri Ellingsgaard frá.
Eyðfinn Reyðberg sigur, at Arthur Gudjonson frá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag vendi sær til sín og spurdi, um tað ikki var eitt hugskot at geva sjónvørp til sjúkrahúsið.
- Hetta hildu vit vera eitt frálíkt hugskot, tí í dag má trivnaðurin hjá sjúklinginum setast í hásæti, og tað kann ikki vera meiningin, at tú í einum sjúkrahúsið í 2007 skalt liggja bundin í einari song uttan møguleika at síggja sjónvarp, staðfestir Eyðfinn Reyðberg.
Ongar pengar til útbygging
Jákup Petersen, yvirlækni, sigur í viðmerking í bløðunum í gjár, at Klaksvíkar Sjúkrahús nú skal útbyggjast. Eftir at bæði Suðuroyðar Sjúkrahús og Landsjúkrahúsið hava fingið neyðugar ábøtur og útbyggingar, er túrurin nú komin til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Álitið um »Framtíðar Sjúkrahúsverk í Føroyum«, sum var handað landstýrismanninum í heilsumálum, Hans Paula Strøm, fyrr í ár, mælti til munandi ábøtur á bygningarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og sambært Jákupi Petersen, hevur landstýrismaðurin sagt, at skøtil skal setast Klaksvíkar sjúkrahús í 2009.
Men Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at tey hava søkt um pengar til forarbeiðið í samband við ábøturnar, men eingir pengar eru settir av til hetta á fíggjarlógini komandi ár. Sjálvt byggiarbeiðið er mett at kosta á leið 90 milliónir, og hóast hann gleðist um, at allar sjúkrahúsleiðslurnar eru samdar um, at Klaksvíkar Sjúkrahús nú skal raðfestast, so má hann eisini bara staðfesta at pengar ikki hava fylgt við jaliga hugburðinum.
- Vit hava søkt um pengar til útbygging, men á fíggjarlógini er onki avsett til hetta, og vit hava ikki fingið nakra afturmelding frá landstýrismanninum, sigur Heri Ellingsgaard.
Bleyt virði raðfestast
Sjúkrahúsálitið, sum leiðarnir á teimum trimum føroysku sjúkrhúsunum hava skrivað, staðfesti, at sjúklingurin má setast í fokus. Hetta merkir millum annað, at trivnaðurin má uppraðfestast, og seinni í ár kemur úrsliti av fyrstu stóru trivnaðarkanningini av føroysku sjúkrahúsunum.
Sambært stjóranum í Norðoya Sparikassa eiga pengar at vera settir av til tey bleytu virðini í heilsuverkinum. Hann heldur, at tað fyrst og fremst má vera ein almenn uppgáva at oyramerkja pengar til hetta øki, men privatur stuðul er eisini góður afturat.
- Kanska onkur annar nú fer inn og stuðlar onkrum øðrum. Tað næsta kundi til dømis verið internetsamband. Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt liggja avskorin frá umheiminum bara tí tú hevur brotið beini, heldur Eyðfinn Reyðberg.
Spurdur um hann hevur ætlanir um at biða privatir fíggja fyrireikingina av nýggju útbyggingini, sigur Heri Ellingsgaard, at tað ætlar hann ikki.
- Privat ynskja ofta at stuðla onkrum konkretum, og tað er fínt, serliga tá tey fyrst spyrja okkum, hvat okkum tørvar. Men ein útbygging er alt ov leys og stór til at fáa privata fígging til. Hetta má framvegis vera ein almenn uppgáva í einum almennum heilsuverki, staðfestir hann.