Klaksvíkar Sjúkrahús fyri órætti í miðlunum

Seinastu dagarnar hava tíðindi í KVF givið eina fatan av, at tað er vandamikið og tíðarspilla at verða innlagdur á Klaksvíkar Sjúkrahús (KS) til heilsubótarviðgerð. Harvið hevur greiði boðskapurin verið, at peningur játtaður til KS er illa farin.

Einans læknar á LS slopnir framat
Higartil eru einans læknastjórar, yvirlæknar og yngri læknar á Landsjúkrahúsinum slopnir framat mikrofonini í Kringvarpinum at viðgera áðurnevnda mál. Allir hava teir tíverri verið á einum máli um at niðurlaga virksemið í Klaksvík, fyri síðan at flyta serlæknadeildir, skaðastovu og sjúklingar til Havnar

Eingin lækni á KS sloppin á skíggjan enn
Hóast tíðindini hava ljóðað í góða viku, er eingin lækni á KS sloppin á skíggjan enn at geva eina rættvísa og sanna mynd av tí, sum fer fram á sjúkrahúsinum.

Ei heldur hevur nakar fingið møguleikan at greiða frá, hvønn týdning sjúkrahúsið hevur fyri trygdina í økinum norðanfyri.

KS stóran týdning
Tað eru mong, sum hava verið vitni til, hvønn týdning stutta tíðin at koma á KS og holla viðgerðin á staðnum hava fyri økið norðanfyri.

Ikki so sjáldan kemur fyri, at sjúklingar, sum koma í akutta viðgerð á KS, sleppa við lívinum, tí tíðin er mangan avgerandi partur í sjúkraviðgerðini. Nøgdsemiskanningar vísa eisini, at sjúklingar á KS í síni heild eru væl nøgdir við tænastuna, teir fáa.

Umráðandi er tí at virkað verður fyri, at KS framhaldandi sleppur at mennast, sum týðandi partur í okkara heilsuverki í góðum samstarvi við hini bæði sjúkrahúsini, heldur enn at lagt verður upp til stríð millum partarnar.

Ódámligur tíðindaflutningur
Tað er óskiljandi, ørkymlandi og ódámligt, at einasti almenni miðil her á landi í so langa tíð hevur borðreitt við so einsháttaðum tíðindaflutningi, um so týðandi mál, uttan at seta spurnartekin við neiliga kritikkin. Tíansheldur at geva fakfólki, sum kundu vart sjónarmiðini hjá KS, møguleikan at koma til orðanna.

Talan hevur higartil ikki verið um góðan fjølmiðlasið í hesum máli. Heldur hava miðlafólk borið brennið á bálið.

Spennandi verður at frætta, um KVF fer at gera nakað fyri at bøta um skaðan? Livst, so spyrst!