- Eg føli at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið eina góða avtalu, av tí at vit varðveita tilbúgvingina, okkara egnu leiðslu og eina rúgvu av uppgávum.
Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahús, ið ikki dylur fyri, at hann metir, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið nógv burturúr samráðingunum millum sjúkrahúsini og Heilsumálaráðið um býti av uppgávum millum sjúkrahúsini.
Tað er ymiskt hvørji skoðsmál løgtingsfólkini úr Norðoyggjum geva nýggja uppskotinum frá Heilsumálaráðnum, men stjórin á sjúkrahúsinum er væl nøgdur, serliga havandi í huga, at upprunauppskotið var nógv verri.
- Tað lá í kortunum, at tilbúgvingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skuldi niðurleggjast. Um hon varð niðurløgd, so var einki sjúkrahús eftir. Ein tilbúgving merkir jú, at man hevur eina ørgrynnu av starvsfólkum á vakt. Tað eydnaðist at varðveita hana, umframt at vit hava fingið lova meira virksemi enn áður, sigur Heri Ellingsgaard.
Serliga hevur nýggja leiðsluskipanin fingið nógva umtalu, har lagt verður upp til, at ein felags stjóri verður settur fyri øll sjúkrahúsini. Eisini tað tykist Heri Ellingsgaard vera nøgdur við.
- Tað er sligið fast við sjey tumma seymi, at tað vera tríggjar leiðslur. Tað verða trý sjúkrahús við hvør sínari leiðslu, og so ein yvirbygnaður har allir stjórarnir luttaka. Endamálið við tí er at betri kunna samskipa og gagnnýta alla orkuna og tilfeingi í heilsuverkinum á bestan hátt, sigur Heri Ellingsgaard og leggur afturat.
- Tað verður møguliga ein stjóri settur, ið kann vera ein av okkum trimum, men um talan verður um ein uttanhýsis stjóra, so skal hann saman við hinum trimum taka avgerð um hvussu tingini skulu virka. Stjórin skal fyrihalda seg til tær avtalur, ið longu eru gjørdar, og kann ikki bara skúgva sjúkrahússtjórarnar til viks.