Klaksvíkar Sjúkrahús er akkrediterað

Í februar í ár vóru fólk frá danska stovninum IKAS í Føroyum og dygdarmettu føroysku sjúkrahúsini.

Í februar í ár vóru fólk frá danska stovninum IKAS og kannaðu, um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur dygdarkrøvini, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir, og úrslitini frá kanningunum eru nú tøk.

 

- Samanumtikið metir danska IKAS, at stór menning hevur verið á øllum sjúkrahúsunum, meðan arbeitt hevur verið við Den danske Kvalitetsmodel. Tey trý sjúkrahúsini hava eitt støði, sum ger, at tey kunnu fáa góðkenning.

 

Á heimasíðuni hjá Heilsu-og Innlendismálaráðnum - www.himr.fo - verður í dag víst til niðurstøðuna sum er, at Klaksvíkar Sjúkrahús er akkrediterað, sum merkir, at sjúkrahúsið hevur fingið góðkenning uttan viðmerkingar.

 

- Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús hava fingið góðkenning við viðmerkingum - ella eina sonevnda fyribils akkreditering. Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús hava nú møguleikan at bøta uppá nøkur viðurskifti komandi seks mánaðirnar til tess at verða akkrediteraði. Sjúkrahúsini eru farin undir hetta arbeiðið.

 

Á heimasíðuni hjá Heilsu-og Innlendismálaráðnum - www.himr.fo - liggja frágreiðingar um tey trý sjúkrahúsini. Lagt verður aftrat, at akkreditering snýr seg um trygd og dygd. Hon hevur til endamáls at menna heilsuverkið og tryggja, at dygdin er á nóg høgum stigi.

 

- Talan er um eina tilgongd, har stovnarnir arbeiða við at liva upp til nøkur dygdarkrøv og verða við jøvnum millumbilum mett av einum óheftum fakligum toymi. Verður til dømis eitt sjúkrahús mett at liva upp til dygdarkrøvini, verður sjúkrahúsið góðkent og mett sum "akkrediterað", vita tey í Heilsu-og Innlendismálaráðnum at siga í dag.