Fyrsta bindið av Klaksvíkar søgu, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað, verður løgd fram á hátíðarhaldi í býráðshøllini mikukvøldið klokkan 19.30 Fyrsta bindið, ið er slakar 400 blaðsíður, er um fornar búsetingar millum Vág og Vík, um teir fimm býlingarnar í Bø, um Tingstaðin, um vinnu- og jarðarviðurskifti, um kirkjur og bønhús, hendingar úr søgn og søgu og tíðina frammanundan, at einahandilin varð avtikin í 1856.
Klaksvík var upprunaliga navnið á eini lítlari óbygdari vík vestarumegin vágna, men tá ið Kongaligi Einahandilin í 1838 setti úthandil á stovn við hesa víkina, fekk hon so stóran týdning fyri allar Norðuroyggjar, at navnið á víkini vann hevd sum felagsnavn fyri allar býlingarnar.
Tað var kortini ikki fyrr enn fyri góðum hundrað árum síðan, tá ið menningin tók dik á seg, og býlingarnir vuksu saman, at fólk av álvara fóru at nýta orðið Klaksvík um allar býlingarnar.
Fyrsta bind er um, hvussu samfelagið varð skipað, áðrenn búsetingin tók dik á seg og garðar og býlingar vuksu saman til eina bygd.
Á almennari samkomu, sum verður í býráðshøllini mikukvøld klokkan 19.30, verður fyrsta bindið handað borgarstjoranum Steinbjørn O. Jacobsen