Klaksvíkar á odda í billard

Klaksvíkingar hava lagt seg klárt á odda í liðkappingini í billard, meðan tvøramenn eru aftastir

Billard

Tað eru ikki bara fótbóltskvinnurnar í Klaksvík, sum vinna aftur og aftur, ár undan ári. Eisini tá ræður um billardítróttina eru klaksvíkingar teir bestu, tá kúlurnar rulla á grøna klæðinum. Soleiðis hevur verið í fleiri ár, og aftur í ár eru teir komnir best frá byrjan.
Føroyameistarakappingin í billard er umleið hálvrunnin og hevur KBF1 lagt seg á odda við 18 stigum. Havnar Klubbi er nr. 2 við 14 stigum, KBF2 og Mimir hava hvør síni 12 stig, og aftast er Tvøroyrar Billardfelag við 8 stigum. Øll liðini uttan KBF1 hava spælt 3 dystir. Oddaliðið hevur spælt 4 dystir.
Áhugaverdir dystir vórðu spældir seinasta vikuskifti, tá Mimir tók oddaliðið úr Klaksvík á bóli. Gomlu veteranarnir úr Mimi, Steinbjørn í Dali og Jan Müller vunnu tríggjar av fýra dystum móti elituspælarunum í Klaksvíkar Billardfelag, Halli Joensen og Sonhard Johannessen. Hetta úrslitið er við til at gera kappingina meira spennandi, tí Mimir hevur ligið í botninum higartil. Kortini skal nógv til fyri at hótta oddaliðið.
Klaksvíkin hevur tvey góð lið í kappingini, meðan hini feløgini hava hvør sítt lið. Á hinum liðnum hjá Klaksvíkar Billardfelag eru Kristian Sune Høgnesen og Torkil Jacobsen. Kristian Sune er fleirfalt føroyameistari og hevur eisini fingið fleiri góð úrslit í liðkappingini. Eisini Havnar Klubbi er vælmannað. Niels Nielsen er við aftur eftir ein steðg og vann hann saman við Jógvan Jørgensen tríggjar av fýra dystum móti Mimi herfyri.

Støðan í billardkappingini er henda:


Felag Dystir Eygu Miðal Stig

KBF1 4 6092 21,20 18
HK 3 4618 19,24 14
KBF2 3 4608 19,20 12
MIM 3 4200 18,50 12
TBF 3 3406 14,20 8