Á býráðsfundi í gjárskvøldið samtykti eitt samt Klaksvíkar býráð at seta í verk eina tíðaravmarkaða loysn í málinum um vantandi pláss í frítíðarskúlanum. Frítíðarskúlin fer at halda til í KÍ-høllini, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri, við Rás2 í dag.
Hin 1. september í ár fekk kommunan handað eitt skriv frá foreldrum at børnum, sum vóru á bíðilista til frítíðarskúlapláss. Foreldrini biðja í brævinum kommununa um at gera eitt tilboð til børnini.
15 børn hava verið á bíðilista.
- Frítíðarskúlin hevur verið ov lítil seinastu tvey árini, tí pláss hevur ikki verið fyri fleiri børnum. Tað eru ikki øll, sum hava eitt bakland, sum kann ansa børnunum, og sjálvsagt skal kommunan royna at loysa trupulleikan, sigur Gunvá við Keldu.
Hon dugir ikki at siga, hvussu leingi frítíðarskúlin fer at halda til í KÍ-høllini.
Umsitingin hevur arbeitt við málinum og gjørt eitt tilmæli um tíðaravmarkaða loysn.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Sosialu Nevnd, upplýsir á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, at býráðið hevur samtykt eina loysn, og tað verður fyrireikað at seta ætlanina í verk skjótast tilber.
- Umsitingin hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at loysa trupulleikan, har uppgávan hevur verið at finna hóskandi hølir og at leggja viðurskiftini til rættis, so alt gongur upp í eina størri eind, sigur hon.
Hon leggur afturat, at tað er umráðandi, at kommunan hevur nøktandi tilboð á barnaansingarøkinum, um býurin framhaldandi skal hava vøkstur og framburð.