Klaksvík:
Skatturin lækkar við einum hálvum prosenti komandi ár niður í 19,5 %, raksturin er vorðin munandi dýrari, men av tí at kommunan er komin niður um eina álíkning í skuld, hevur býráðið gjørt av, at tað nú skal koma borgaranum tilgóðar við einum skattalætta. Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu javnvigar við 110 milliónum.
Sitandi meiriluti gjørdi eina avtalu, tá hann kom til, at tá fíggjarkarmurin hjá kommununi loyvdi tí, skuldi skatturin lækkast.
Kommunan hevur í fleiri ár nú rindað meiri enn neyðugt niður av skuldini, og er skuldin hjá kommuni nú komin niður um eina álíkning. Bruttoskuldin er í dag 80 milliónir krónur.
Skattalættin fer at kosta kommununi millum 2,5 og 3 milliónir krónur.
Rakstur dýrkar
Íløgurkarmurin hjá Klaksvíkar kommunu í 2004 er áljóðandi 20 milliónir krónur. Meira enn helmingurin av hesum pengunum fara til sáttmálabundnar íløgur. Læknamiðstøðina og ídnaðarhavnina í Ánunum. Eftir hetta kemur so posturin Framtíðar skúlabygging, har fyrst og fremst ein víðkan av skúlanum við Ósánna er upp á tal.
? Hetta kemur at merkja munandi fleiri stovur í skúlanum, og er hetta nakað, sum er hart tiltrongt og hevur ligið á láni longi, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Kostanðurin av rakstrinum í kommununi er øktur við 14 %. Tað er fleiri orsøkir til tað, sigur borgarstjórin.
Eitt nú er innanduraarbeiði á skúlanum við Ziskatrøð ein orsøk. Og so er raksturin av sambýlinum á Heygnum, forsorgin fyri væntandi barnaansing, sum varð løgd yvir á kommunurnar fyrr í ár og samsýningar og fundarpengar hjá barnaverndarnevndini eisini orsøkir til økingina av rakstrinum.
Mentanarhús
Klaksvíkar kommuna hevur eina ætlan um eitt mentanarhús liggjandi á borðinum. Til komandi ár hevur kommunan sett 400.000 krónur av til eitt tílíkt hús. Somuleiðis eru 300.000 krónur setta av til eina møguliga nýggja ítróttarhøll.
Somuleiðis fara fólk í Árnafirði at kunna vænta sær eitt vatnverk. Á fíggjarætlanini er ein millión sett av til vatnverk í Árnafirði.
Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu kemur fyri aftur á Býráðsfundi tann 18. november, og tá verður hon endaliga samtykt, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen.










