Klaksvíkar kommuna verður við á sølustevnuni, sum verður í KÍ-høllini um viskuskiftið.
Hetta er ein roynd hjá býráðsumsitingini á ein øðrvísi hátt enn
higartil at kunna borgararnar um virksemi í kommununi.
Millum verkætlanirnar, sum verða sýndar fram á básinum hjá kommununi, verða vegaætlanin, miðbýarætlanin, økið kring gamla Kirkjugarð, ætlanin við gróttilfarinum úr Norðoyatunnlinum, Heilsumiðstøðin, Sambýlið á Heygnum, eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku og umhvørvisætlan.
Eisini verða nøkur høvuðstøl úr fíggjarætlan býráðsins fyri 2004 løgd fram.
Tað er fyritøkan Vasti, sum tekur sær av at sniðgeva básin, ið verður mannaður av starvsfólki hjá kommununi.