Klaksvíkar Hornorkestur og Suð konsert

Leygardagin klokkan 15 hava Klaksvíkar Hornorkestur og kvinnusangkórið Suð konsert í skúlanum við Ósánna

Klaksvík:
Talan verður eina konsert við løttum og rytmiskum undirhaldstónleiki. Tilfarið brýtir ikki sørt frá tí vanliga, sum Klaksvíkar Hornorkestur plagar at hava á skránni til tílíkar konsertir. Klaksvíkar Hornorkestur plagar eitt nú altíð at spæla marsjir, men ongin marsjur er á skránni leygardagin.
Eitt annað, sum eisini er øðrvísi við heystkonsertini hjá hornorkestrinum í ár, er at tey ikki verða einsamøll hesuferð. Við á konsertini verður, sum sagt, eisini kvinnusangkórið Suð. Tað er Steinvør Fonn, sum stjórnar kórinum.
Orkestrið og kórið fara at hava felagsframførslu, umframt at tey framføra hvør sær eisini.
Eisini fara hornorkestrið og Norðoya Sparikassi at skriva undir trý ára sponsorsáttmála. Andrass Sólstein, formaður í Klaksvíkar Hornorkestur sigur, at orkestrið hevur tørv á peningi líka so væl sum ítróttarfeløg og onnur, so avgjørt varð at seta seg í samband við Norðoya Sparikassa, sum nú hevur játtað at stuðla hornorkestrinum.
- Vit hava eisini brúk fyri ymsum, eitt nú jakkum og nýggjum nótastólum, sigur formaðurin í hornorkestrinum.
Andrass greiðir frá, at tað ofta hevur víst seg at rigga illa at hava heystkonsertir, tí fólk hava so nógv um at vera hesa ársins tíð, men kortini hava tey so valt at halda hesa konsertina. Tað kann eisini metast sum ein upphiting til árligu jólakonsertina í Christianskirkjuni, sum hornorkestrið skipar fyri. Tann konsertin verður tann 15. desember.
Umleið 27 fólk manna Klaksvíkar Hornorkestur, og frásøgumaður á konsertini verður Gunnar Nolsøe.