Steinbjørn O. Jacobsen,
varaborgarstjóri
Lat meg siga beinavegin, at Klaksvíkar Havn skal mennast til at vera fram um aðrar havnir í Føroyum tann førandi Havn tá um fiski og alivinnuna ræður.
Og tí eiga vit at spyrja:
Er Klaksvíkar Havn tað hon kann at verða? Eg hugsi at vit samd kunnu svara, at tað er hon ikki.
Hvat eigur so at verða gjørt fyri at Klaksvíkar Havn kann gerast meiri virkin og kann hava størri útboð.
Alivinnan: Alivinnan sum er blivin ein so týdningarmikil vinna, sum gevur stórt avkast, sum kemur okkum øllum til góða. Alivinnan eigur av Klaksvíkar Býráð at fáa tær sømdir sum krevjast bæði á landi og við bryggjukantin. Og her er neyðugt við tøttum samstarvið so vit kunnu náa málið.
Útróðrarvinnan, lína og trol. Umstøður teirra eru ikki nøktandi, tí eigur enn dyggilagari at verða tikið um umstøður teirra.
Umstøðurnar hjá trolbátunum at arbeiða trol teirra á landið eru syndarligar, og tað má sum skjótast fáast ein loysn á hesum trupulleika, so tørvur teirra verður nøktaður. Eisini eigur Kommunan at halda áfram at betra um tørvin hjá línu og snellubátunum, sum er tann stórri partur av útróðrarflotanum. Tá vit so hugsa um smábátaumstøðurnar, serliga við bátahylin á Borðoyavík, eru umstøðurnar har sera ótryggar, har má bøtast um viðurskiftini.
Farmavinnan: Av og á skipanin innan farmavinnuna er ikki nøktandi, og her mugu viðurskiftir fáast uppá pláss, so stórri avskipan fer fram av byngjuskipum frá Klaksvíkar Havn og ikki sum í dag, har stórur partur ferð við strandferðsluskipinum, sum viðførir, at Klaksvíkar Kommuna missir stórar inntøkur.
Ferðafólkaflutningurin: Klaksvíkar Kommuna má leggja størri trýst á Strandfaraskip Landsins at fáa ferðafólkaviðurskiftini á eina tryggari legu, t.d. má sum skjótast gerast ein nýggj landgongd til Dúgvuna, tí her er bert spurningur um tíð, at ein vanlukka hendir á dekkinum, har lastbilar, trailarar, persónbilar og ferðafólk er hvørt um annað vaft, harafturat er ikki lætt at verða manning, sum hevur eina velduga ábyrgd í hesum vánaligu umstøðum.
Framleiðsluvinnan: Vit hava í dag fleiri virksom virkir á havnaøkinum, og her mugu betri viðuskifti fáast, við t.d atkomumøguleikum, o. ø. og eisini mugu tey fáa tær tænastur ið Kommuna kann veita
Tað er av sera stórum týdningi at karmarnir eru í lagið til okkara egnu fyritøkur, áðrenn vit marknaðarføra út um okkum.
Eitt er liggur eisini púra fast, tað er, at fiskaframleiðslan og okkara fiskifør skullu hava sítt virksemið inni á Klaksvíkini. So leingi sum øll farmaleiðin verður avgreidd inni á vánni, er ógjørligt við tí virksemið sum er í dag, at skapa nóg góðar umstøður hjá primervinnu okkara.
Góðshavnin í Ánunum má og skal gerast nýtilig við atløgumøguleika við 12 metra dýpi, og bingjuøkið, sum nøktar tørvin.
Vit eiga heldur ikki at liggja á koddanum tá vit hugsa um oljuvinnuna, men fylgja gjølla við, hvat hendir á økinum, so vit eisini eru tilreiðar til hesa stóru avbjóðing.