Eftir at felagið í fleiri ár ikki hevur verið til, hava áhugað kannað, um ikki áhugi vildi verið at endurstovnað felagið.
Eftir at hava tosað við bæði yngri sum eldri, hevur tað víst seg, at stórur áhugi hevur verið fyri, at fingið felagið uppá beinini aftur.
Vit eru nøkur sum hava tikið hetta til eftirtektar og er nú komið so langt, at vit vilja kalla inn til stovnandi aðalfund.
Hesin fundur verður ætlandi mikukvøldið 23.8.98. í skúlanum á Ziskatrøð, men lýst verður nærri við hesum.
Sagt verður eisini frá, at tað er ætlanin, at tað skal verða fimleikur fyri børn og ung, og vóna fyrireikarnir, at hetta fær undirtøku millum fólk í Norðoyggjum.