Klaksvík:
Eitt av áhugafeløgunum í Klaksvík, sum má sigast at hava framúr góðar umstøður, er Dansifelagið. Í 1988 varð Skálin bygdur, og í honum hevur felagið eini fyrstafloks høli til eitt og hvørt endamál.
Heini Mohr er formaður í felagnum og hevur verið tað seinastu tíggju árini. Hann greiðir frá, at felagið dansar hvørt sunnukvøld frá klokkan 21. Eisini skipa tey fyri barnadansi sunnukvøld, áðrenn tey meira tilkomnu byrja.
- Vit eru um 40 til 60, sum møta upp hvørt sunnukvøld, so tað er á einari leið. Men tey ungu síggja vit tó ikki so nógv til. Tey kundu verið nógv fleiri í tali, sigur formaðurin í Dansifelagnum.
Hann ber tó ongan ótta fyri føroyska dansinum, tí tað hevur víst seg, at tá fólk náa ein ávísan aldur, so byrja tey at sýna føroyska dansinum áhuga.
- Tað er so nógv annað - serliga útlendskt, sum hugtekur øll tey ungu í dag, at tann mentan og siður, sum veruliga er føroysk, ikki er líka populer, um ein kann siga tað so, heldur Heini fyri.
Hann leggur tó dent á, at tað er ikki tað, at lunnar ikki verða lagdir undir áhugan hjá teimum ungu. Dansað verður á hvørjum ári í skúlunum Føstulávintsmánadag, og næmingarnir læra kvæði samstundis.
- Men tey koma bara ikki her at dansa, staðfestir Heini uttan nakað hóvasták.
Duga Ormin
Heini heldur tó ikki, at tað er huginum, tað bilar. Tað er ikki nakað dulsmál, at tað ikki er so stuttligt at dansa føroyskan dans, tá ein ikki dugir kvæðini ella bara niðurlagið. Heini heldur, at um ungdómurin heldur royndi at halda seg í ringinum - eisini til tey kvæðini, sum tey ikki duga so væl, so høvdu tey skjótt komið eftir tí.
- Vit kunnu taka Ormurin Langi sum eitt dømi, vísir hann á. Partin, sum Týr eru vorðnir so kendir fyri, duga tey ungu á tamb, men tá so hini ørindini koma, duga tey ikki meira og fara ofta úr ringinum.
- Tey kvøða heldur ikki niðurlagið líka sum vit onnur, so tá stemma tey í og køva okkum burtur við teirra máta at kvøða niðurlagið uppá, sigur Heini og flennir.
Ein onnur møgulig orsøk til, at tey ungu ikki møta so fjølment upp til føroyskan dans í Klaksvík, kann hava nakað við tíðina at gera. Dansað verður sum sagt sunnukvøld, og tá eru rættiliga nógv ung í býnum á møti.
Heini sigur, at tey gott kundu brúkt leygarkvøld upp á tey ungu, men so greiðir hann frá, at felagið er nú einaferð soleiðis fyri, at tað livir eitt nú av at leiga Skálan út til ymisk tiltøk.
- So um vit høvdu gjørt tað, hevði tað verið dekan ov ofta, at dansurin hevði verðið avlýstur vegna onnur tiltøk í húsinum, og tað ber ikki til, slær hann fast.
Nærum skuldarfrí
Klaksvíkar Dansifelag tók eitt megnarstig, tá tað lat Skálan byggja í 1988. Húsið kostaði góðar fýra milliónir krónur, sum felagið hevur stríðst við at rinda aftur síðani tá. Nú er um at vera komið upp undir land.
Heini sigur, at nú resta um 400.000 krónur eftir at gjalda, so er skuldin burtur. Men samstundis er hann greiður yvir, at nú er húsið vorðið 16 ára gamalt, og harvið kunnu fyrstu barnasjúkurnar fara at koma.
- Nú er tað sjálvandi, at alt viðlíkahaldið fer at koma. Men húsið er framvegis í sera góðum standi, sigur hann.
Heini heldur, at Skálin hevur havt stóran týdning fyri felagið, tí við húsinum hava tey havt framúr góðar umstøður.
- Karmarnir eru í topp, og hóast húsið verður nógv útleigað, so royna vit altíð at leggja okkara dagfestingar inn áðrenn, so at vit kunnu nýta tað, tá vit hava brúk fyri tí, greiðir hann frá.
Klaksvíkar Dansifelag byrjaði hetta dansiárið síðst í september, og dansað verður inntil Føstulávint.
- Vit halda fast í tí gamla, at vit ikki dansa í føstuni, so av tí sama verður hetta dansiárið ikki so langt, sigur Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag.