Klaksvíkar býrað traðkar á bremsuna

Skattaprosentið hækkar, rakstrarútreiðslurnar verða skerdar og hildið verður aftur á øllum útreiðsluøkjum í kommununi, sum tekur vánaligu fíggjarútlitini í álvara

Kristian Fríðrik Olsen, varaborgarstjóri í Klaksvík sigur soleiðis í tíðindaskrivi:

- Seinastu árini hevur búskaparliga gongdin í samfelagnum verið vaksandi, og hevur hetta gjørt tað møguligt hjá kommununi at ment trivnaðar- og vinnumøguleikarnar. Harumframt hava kommunurnar seinnu árini verðið noyddar at átikið sær alt fleiri uppgávur, sum áður lógu hjá landinum.

Kommunan hevur hesa tíðina játtað pening til nýggjar verkætlanir við tí avleiðing, at stórt hall hevur verið á fleiri fylgjandi fíggjarætlanum og ársroknskapum, samstundis sum lániloftið nú er um at verða nátt.

Fíggjarligu fortreytirnar í samfelagnum eru síðstu mánaðirnar broyttar munandi.

Fyri kommununa hevur hetta m.a. merkt: lækkandi skattainntøkur, stígur í grund­stykkjasølum og ov høgt mettar inntøkur.

Av nevndu orsøkum er ov stórt trýst lagt á gjaldføri kommununnar. Býráðið tekur tí skjót, ítøkilig stig fyri at venda skeivu gongdini.

Fíggjarnevnd býráðsins hevur samtykt fylgjandi tiltøk, sum verða sett í verk beinan­vegin:

1) Hildið verður aftur á øllum útreiðsluøkjum kommununnar í inniverandi fíggjarári.

2) Rakstrarútreiðslurnar verða skerdar munandi komandi fíggjarár, samstundis sum skattaprosentið verður hækkað.

Endamálið við hesum er at tryggja kommununi framhaldandi fíggjarligt frælsi til eitt nú útbygging av Skúlanum við Ósánna, rindan av lánsgjøldum og annars at reka ein skynsaman og burðardyggan fíggjarpolitikk.

Kommunan sær hesar avgerðir sum neyðugar fyri at tryggja framburð og trygg viðurskifti í Klaksvíkar Kommunu.