Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag er nú eisini limur í Samtak

Í gjárkvøldið skrivaði Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, undir limaskapsavtalu við Samtak, so nú eru fimm fakfeløg - Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag limir í Samtak.

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag er næsta fakfelag, sum í hesum árinum hevur fingið limaskap í Samtak. Fyri góðum mánaði síðani gjørdist Klaksvíkar Arbeiðsmanafelag limur í Samtak.

Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, tók samstundis sæti í Samtak nevndini, har eisini Arthur Guðjónsson, Ingeborg Vinther, Hans Joensen og Jan Højgaard sita.

Limir í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hava nú fingið somu limarættindi, sum hini limafeløgini í Samtak hava. Eitt nú kunna limir í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag nú nýta ókeypis løgfrøðiligu ráðgevingina, sum svarar á tlf 597978 mikudagar kl 18-19.

- Hópurin av øðrum spennandi limatilboðum verða eisini kunngjørd í næstum, sum vera fyri limirnar í feløgunum í Samtak, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Samstundis sum limaskapsavtala við Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag var undirskrivað, undirskrivaðu partarnir eisini eina tryggingaravtalu, sum merkir, at limir í teimum fimm fakfeløgunum frítt kunna arbeiða inni á økinum hjá hvør øðrum uttan t.d. at skula óttast fyri at missa tryggingarrættin til lokagjaldið.

- Feløgini í Samtak eru ómetaliga fegin um, at Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag er vorðin partur av Samtak, og tey vænta og vóna eisini, at onnur fakfeløg eru hugað at gerast partur av felagsskapinum. Tað verður áhaldandi arbeitt við at menna Samtak, og væntast kann, at feløgini fara at samstarva um fleiri øki limunum at gagni, sigur felagið.

Samtak var sett á stovn í apríl 2007 og umboðar umleið ein triðing av føroysku løntakarunum.