Á fundi í gjár, staðfesti fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar kommunu, at hon tekur fult undir við javningarskipan millum kommunurnar Ein samd fíggjarnevnd í Klaksvík tekur staðiliga undir við útjavning millum kommunur, um kommunureformurin verður veruleiki.
Tað upplýsir heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Somuleiðis mælir fíggjarnevndin til, at tað er neyðugt at tryggja, at uppgávurnar, sum ætlanin er at flyta frá landi til kommunu, veruliga verða fluttar, áðrenn ætlaðu kommunusamanleggingarnar verða gjørdar.
Í samband við uppgávurnar hjá kommununum, metir fíggjarnevndin í Klaksvík, at skilabesta loysnin er at hækka kommunuskattin og minka um landsskattin, heldur enn at gera ein sokallaða blokkskipan, har kommunurnar fáa pening frá landinum til endamálini.
? Vit hava sera ringar royndir av teimum skipanum, har landið letur eina játtan til kommunurnar at umsita, tí fleiri dømi eru um, at hesar brádliga verða skerdar ella heilt tiknar burtur, tá ið landið sjálvt hevur fíggjarligar trupulleikar, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, við heimasíðuna hjá kommununi.
Afturat hesum sigur fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar kommunu, at tað er umráðandi, at útoyggjarnar ikki missa rættindi.