Í hesum døgum eru 15 lærarar úr vinarbýunum hjá Klaksvík á lærararáðstevnu í Klaksvík. Ráðstevnan snýr seg m.a. um hvussu náttúran kann verða tikin við í undirvísingina. Ikki bert uppliva tað sum fyriferst í náttúruni umvegis bøkur og myndir ella lesnað, men royna hetta í verki. Uppliva náttúruni ? Hetta kann kanska í stóru býunum vera ein trupulleiki.
Men vit, sum hava hópin av náttúru kring okkum, nýta hana kanska ov lítið ? og kanska serliga ov lítið í undirvísingarhøpi.
Eisini verður náttúran nýtt í undirvísing innan mál, stødd- og alisfrøði hjá vinarbýunum.
Á ráðstevnuni verður samskift um royndir innan undirvísingaramboð og -hættir. Tað kann vera so ymiskt hvat undirvísingarsnið hóskar bert til tey ymisku høvini og til tørvin hjá næminginum annars.
Tað eru eisini nógvar aðrir mennandi førleikar at vinna við at nýta náttúruna og umhvørvið annars kring skúlan í undirvísingini. Virkir og stovnar somuleiðis. Bondini millum næmingarnar styrkjast og skapa ein rúmligari gróðrarbotn fyri trivnaði í flokkinum og skúlanum. Hetta er so aftur mennandi fyri alla undirvísing.
Tí hava summir skúlar ?útiundirvísing? á tímatalvuni hvørja viku ? Hetta hóast veður.
Í dag er umhvørvið á skránni, har m.o. Bjarni Mikkelsen, biologur og Pál Weihe, lækni greiða frá dálking av náttúruni. Skeiðsluttakarnir eru frá Trøndheimi, Odense, Norrkjøping, Kópavogi og Klaksvík. Skúlin við Ósánna saman við Mentanardeildini hjá Klaksvíar kommunu eru vertir fyri ráðstevnuni.
Ráðstevnan endar hósdagin.