Tummar T. Eliasen er settur í starv sum kommunustjóri í Klaksvík.
Umsóknarfreistin var úti 16. november, og tað komu 17 umsóknir inn. Eitt samt býrá´ð tók undir við at seta Tummas T. Eliasen í starvið.
Hann tekur við 1. januar.
Tummas T. Eliasen er 57 ára gamal og býr á Toftum. Hann er útbúgvin cand. scient. pol frá Århus Universiteti og hevur drúgvar royndir sum leiðari. Viðvíkjandi starvsroyndum hevur hann verið fulltrúi á Almannastovuni, fíggjarleiðari ogfFíggjarstjóri hjá Tryggingarsambandinum Føroyar og Føroya Lívstrygging, eins og hann hevur verið stjóri hjá Føroya Lívstrygging.