Klaksvík í vøkstri blómar

Klaksvíkar kommuna var tann kommunan í Føroyum, sum vaks mest í 2011 og eru í Klaksvík eisini hópin av grundstykkjum tøk at byggja á. Í løtuni eru fýra hús í ger undir Fossum.

Samstundis verður bygt ellis- og røktarheim fyri 55,7 mill, steinsetingin fyri Betesda klár og aðrar byggingar eru í gongd.

Kommunan hevur samtykt eina stóra nýger og umvæling av kloakkskipanini í býnum, sum krevur eina avseting á o.u. 8 mill árliga nøkur ár fram.

Eisini sigla ali- og útróðarbátar út og inn eftir vágni dagliga og pelagiski flotin hevur tað gott.

So tað blíðkar fyri hugaðum monnum.

Orð & mynd: Dávur Winther