Í fleiri ár hava fólk í Klaksvík arbeitt við nýggjari miðbýarætlan. Høvuðsmenn fyri hesum arbeiði hava verið Gunnar Nolsøe og Archibald Black. Teir eru komnir so langt við hesum arbeiði, at mikukvøldið verður ætlanin løgd fram á borgarafundi í Klaksvík.
Klaksvíkar kommuna stendur fyri fundinum, sum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Gunvá við Keldu far at siga nøkur orð, Albert Isfeld fer at hugleiða um miðbýir og arkitektur, og síðani sleppa Gunnar Nolsøe og Arcibald Black framat.
Gunnar Nolsøe fer at greiða frá arbeiðnum við miðbýarætlanini, og hvøjir tankar og hugskot liggja til grundar fyri arbeiðnum. Archibald Black fer at vísa fram sjálva ætlanina, hvussu útbygginar skulu gerast, og hvat skal verða hvat í miðbýnum. Skitsur av øllum hesum verða eisini vístar fram.
Eftir framløgurnar fáa fólk høvi at koma við viðmerkingum og spurningum, og fólk sleppa eisini at fylla spurnarblað út um miðbýarætlanina.
Fundurin um miðbýin í Klaksvík verður í Badmintonhøllini í Klaksvík mikukvøldið klokkan 19.00.