Klaksvík stovnað mentanargrunn

Mentanarleiðarin í Klaksvíkar Kommunu vónar, at nýstovnaði 100 ára grunnurin er komin fyri at vera

Nú ber til at søkja peningaligan stuðul úr nýstovnaða 100 ára grunninum hjá Klaksvíkar Kommunu til mentanartiltøk av ymsum slag.

Til tiltøk í 2008 letur grunnurin eina játtan á 100.000 kr, tvær á 50.000 kr og tvær á 25.000 kr.

Nýggi grunnurin er stovnaður í sambandi við at Klaksvíkar Kommuna fyllir 100 ár í ár.

Í fyrsta umfari letur grunnurin tí bert stuðul til mentanarlig tiltøk, sum onkursvegna verða partur av hátíðarhaldinum. Tað vil siga, at tey skulu frumframvísast í Klaksvík í 2008.

Tað var Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini hjá Klaksvíkar Kommunu, ið legði uppskotið um 100 ára grunnin fram. Hann vónar og væntar at virksemið hjá grunninum kann halda fram eftir 2008.

Í nevndini, ið skal viðgera innkomnu umsóknirnar um stuðul, sita borgarstjórin, Steinbjørn. O. Jacobsen, formaðurin í mentanarnevndini, leiðarin á mentanardeildini, Dávur Winther umframt eitt mentafólk í býnum, sum ikki er valt enn.

Seinasta freist at søkja pening úr grunninum er 15. mars