Klaksvík skyldar langt oman fyri eina álíkning

Samlaða skuldin hjá Klaksvíkar Kommunu verður við ársskiftið omanfyri 170 milliónir krónur, sigur Óli M. Lassen, stjóri, og vísir á, at hetta er nógv meiri enn ein álíkning - Í 2008 verða goldin renta og avdráttir fyri góðar 14 mió. kr., og í 2009 verða renta og avdráttir umleið 18 milliónir kr., sigur Óli M. Lassen, stjóri, í Klaksvík.

Hann vísir á, at næsta ár kemur Norðhavnin inn í kommunuroknskapin, og við at gera skuldina upp, sæst, at lánini eru upp á 133 mió. kr. og stuttfreistað skuld á leið 15 mió. kr., meðan Norðhavnin stendur í 23 mió. kr. Hetta gevur tilsamans eina skuld upp á einar 171 mió. kr.

- Vit kunnu rokna við, at ein álíkning er áleið 138 mió kr., og tí er talan um, at Klaksvíkar kommuna skyldar umleið 35 milliónir meir enn eina ein álíkning. Tað er alneyðugt, at kommunan fær hetta í rættlag sum skjótast, sigur Óli M. Lassen og vísir á, at raksturin hjá kommununi er galoperaður tey seinastu árini.

- Hækkandi inntøkur hava ført til munandi øking í rakstrarútreiðslunum. Saman við íløgum og rakstri hevur kommunan tey seinastu fýra árini nýtt munandi meir, enn tað er komið inn í skatti og øðrum inntøkum. Hetta saman við, at tað er trupult at fáa lán orsakað av fíggjarkreppuni í heimunum, hevur ført til, at kommunan hevur fingið so vánaligt gjaldførið, sigur stjórin í Klaksvík.