Klaksvík skal hava tveir varaborgarstjórar

Á býráðsfundinum mikukvøldið skal nývalda býráðið í Klaksvík gera av, um tveir varaborgarstjórar skulu veljast fyri næstu fýra árini

Mikukvøldið skal Klaksvíkar býráð taka støðu til, um tað skulu verða tveir varaborgarstjórar í Klaksvík næstu fýra árini.
Tað er minnilutin í býráðnum, sum hevur skotið hetta upp, og tað tykist sum at meirilutin eisini er sinnaður at velja tveir varaborgarstjórar, har minnilutin eigur anna.
Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin hava gjørt samstarv fyri næstu fýra árini, og flokkarnir eru samdir um, at Steibjørn O. Jacobsen heldur fram sum borgarstjóri, meðan Jákup Mikkelsen verður nýggjur varaborgarstjóri.
Tekur Klaksvíkar býráð undir við, at tveir varaborgarstjórar skulu veljast, so fær andstøðan 2. varaborgarstjóra.

Broyting í skipan
Málið hevur eisini tað við sær, at ein broyting má gerast í kommunustýrisskipanini í Klaksvík, og hendan broyting skal samtykkjast tvær ferðir av býráðnum, áðrenn hon fær gildi.
Fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar býráði mælir til at taka undir við uppskotinum um broyting av kommunustýrisskipanini, og tí er sannlíkt, at klaksvíkingar næstu fýra árini kunnu hava tveir varamenn til borgarstjóran.
Eftir seinasta val var Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum eitt av heitu evnunum til borgarstjórasessin, og spurningurin er so, um hon skal verða annar varaborgarstjóri í Klaksvík næstu fýra árini.
Á býráðsfundinum, sum verður mikukvøldið kl. 18.00 skulu umboð fyri býráðið veljast í eina rúgvu av nevndum, stýri og ráð.