Klaksvík skal hava innandura spælipláss

Á býráðsfundi í Klaksvíkar býráð í kvøld skulu býráðslimirnir taka støðu til 2. viðgerð av eini eykajáttan til eitt innandura spælipláss í býnum. Málið varð fyrstu ferð lagt fyri býráðið á býráðsfundi 3. oktober, men má, av tí at talan er um eina eykajáttan, gjøgnum tvær viðgerðir í býráðnum.


Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, upplýsir, at kommunan arbeiðir við at útvega eitt innandura spælipláss, og mett verður, at tað í fyrsta umfari fer at kosta fýra milliónir krónur.


- Vit seta umleið fýra milliónir av til verkætlanina at gera eitt innandura spælipláss í býnum. Ætlanin er at byggja eitt hús til tað, og havi vit sett økið millum KÍ-høllina og Badmintonhøllina av til tað, sigur Jógvan Skorheim.


Upprunaliga var ætlanin hjá kommununi at brúka eitt av teimum húsum, ið kommunan longur eigur, men upplýsir borgarstjórin, at eingin av teimum húsunum kundu húsa einum slíkum spæliplássi.


Býráðið hevur longu havt samband við persónar, ið ynskja at reka eitt slíkt stað, men støða er tó ikki tikin til, um tað verður kommunan sjálv ella onnur, ið skulu reka staðið. Um tað er so, at kommunan ynskir onnur at reka spæliplássið, so verður raksturin bjóðaður alment út.


- Tá bygningurin er liðugur, so taka vit støðu til, um kommunan sjálv skal reka tað ella um vit bjóða tað út til onkran annan at reka. Vit hava heldur ikki heilt avgjørt, um vit keypa innbúgvið ella um tað verður nakað, ið leigarin skal keypa. Um vit standa fyri innbúgvinum, so fáa fleiri møguleikan at bjóða upp á tað, tí tá er tað einans raksturin, ið leigarin skal taka sær av, sigur Jógvan Skorheim.