Í Klaksvík resta 19 milliónir í

Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu 19 milliónir í halli, men býráðið leitar eftir sparingum Soleiðis sum uppskotið til fíggjarætlan hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2008 sær út nú, verða 19 mió. krónur í halli næsta ár.

Í uppskotinum eru 97 mió. krónur settar av til raksturin og 48 mió. krónur til íløgur, harav tað mesta fer til útstykking og skúlaverkið. Við rentum væntar býráðið, at útreiðslurnar verða 159 mió. krónur. Inntøkurnar eru mettar til 140 mió. krónur. Hallið, 19 mió. krónur, skal kommunan fíggja við lántøku.

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at býráðið hevur skarvað av rakstrarútreiðslunum, og at ætlanin er at leita eftir onkrum møguligum sparingum afturat.