Klaksvík raðfestir útbúgving

Býráðslimirnir Jógvan Skorheim og Atli S. Justinussen í Klaksvík hava mælt býráðnum til at seta á stovn ein vinnuligan útbúgvingargrunn, ið skal stuðla undir førleikamenning av fólki, ið dagliga arbeiða innan fiskivinnu, frálandsvinnu ella øðrum nýggjum vinnum, ið serliga eru knýttar at sjónum.

Á býráðsfundinum í gjár, samtykti býráðið grunnin, sum nú kann fara til verka við einum stovnsfæi áljóðandi kr. 200.000.

Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri heldur, at hetta er eitt stórt framstig, ið kann hava nógv at siga fyri framtíðina í Klaksvík. Vakstrarætlanin hjá kommununi leggur upp til, at kommunan skal leggja pengar og orku í, at stuðla undir, at fólk fáa sær útbúgvingar og mennast innan fyri okkara kjarnøki, og við hesum verður ein týðandi lutur fylgdur í ætlanini.

- Vinnan er grundarlagið undir kommununi, og tískil er tað umráðandi, at vit sum býráð síggja týdningin av at byggja karmar rundan um okkara vinnu og leggja lunnar undir, at nýggir vinnumøguleikar kunnu síggja dagsins ljós. Við hesum kunnu starvsfólk hjá vinnufyritøkunum í kommununi førleikamennast við stuðli frá hesum grunni, sigur Jógvan Skorheim