Ferðafólk í Norðoyggjum hava ov fáa mentanar- og tónleikatiltøk at fara til, og mentanarhúsið Atlantis, sum skuldi verða miðdepil fyri mentanina í Norðoyggjum, hevur ikki livað upp til hetta.
Tað verður staðfest í ferðavinnukanningini, sum Olga Biskopstø, cand. comm., hevur gjørt.
? Tað verður ikki fyriskipað stórvegis innan mentan og tónleik fyri ferðafólki, hóast tað tónleikarliga og listarliga tilfeingið í Norðoyggjum er stórt, verður sagt í kanningini.
Og ferðafólk og ferðasmiðir finnast eisini at, at ov lítið skipa undirhald er í Norðoyggjum.
? Tey náttúruvøkru støðini hava altíð eitt ávíst attraktiónsvirði og somuleiðis vitjanir í kirkjum og fornminnasavni, men hetta er ov lítið til, at tað veruliga ber til at selja Norðoyggjar nógv meira enn tann eina dagin, tí náttúruupplivingar fáa tey líka væl á onkrum øðrum stað, sigur Olga Biskopstø í kanningini.
Atlantis sakk
Mentanarhúsið Atlantis, sum varð umbygt fyri nøkrum árum síðani, varð útrópt sum nýggi miðdepilin fyri mentan í Norðoyggjum, tá húsið lat upp.
Men hendan leiklutin hevur húsið ongantíð fingið, og í longri tíð hevur millum lítið og einki virksemi verið í húsinum, hóast Klaksvíkar Sjónleikarfelag nú fer undir at spæla ein leik í húsunum.
? Mentanarhúsið Atlantis, sum ætlandi skuldi vera karmur um eitt breitt úrval av tiltøkum, hevur ikki livað upp til hetta. Ongin biografur er, og tiltøkini í húsinum eru fá og illa skipað, so tey koma ikki ferðavinnuni til góða, sum støðan er í løtuni, verður sagt í kanningini.
Kanningin leggur tó afturat, at Summartónar hava nøkur tónleikatiltøk í summarhálvuni í Klaksvík og á bygd, og somuleiðis er okkurt á skránni, tá Fólkatónleikarastevnan verður hildin.
? Klaksvíkar Dansifelag er eitt av teimun fáu feløgunum, sum eiga ein virknan leiklut í ferðavinnuni.Tey eru virkin í fyriskipan av Føroyakvøldum og hava framsýning av føroyskum dansi eftir áheitan. Bygdafeløgini hava eisini í ein ávísan mun tiltøk í samband við ferðavinnu, men onnur feløg so sum frítíðarfeløg og ítróttarfeløg hava nærum ongan leiklut.