Klaksvík og Taiji skulu standa saman um at verja hvalaveiði

Tey, sum manna býráðið í japanska býnum, Taiji, vilja fegin, at Taiji og Klaksvík verða vinabýur

 

Tað veit japanaska tíðindastovan, Kyodo News, at siga.

 

Taiji er ein lítil býur á vesturstrondini í Japan. Har býr einans 3500 fólk, men hóast hann er so lítil, er hann kortini ein av kendastu býum í Japan. Tað er tí at tey at tey veiða springara, sum tey reka inn í eina vík við nót og avlíva. Tað er ein veiða, sum er enn meiri umstrídd enn okkara egna grindadráp og sum ymsir umhvørvisfelagsskapir hava lagt stóra orku í at varpa ljós á fyri umheiminum.

 

Kyodo News sigur, at frá býráðnum í Taiji, at endamálið við einum vinabýarsamstarvi við Klaksvík er at standa saman um at verja hvalaveiði, hóast alsamt harðari trýst frá umhvørvisfelagsskapum.

 

Tey vísa á, at Taiji, og Klaksvík, eru einasti býur, sum veiða hval, og í einum uppskoti til vinabýarsáttmála við Klaksvík, sigur býráðið í Taiji, at endamálið skal vera at varpa ljós á burðardygga veiði av havsins ríkidømi, eisini hvali. Endamálið skal eisini vera at styrkja vinalag og at vía umheiminum hvussu hvalur kann veiðast burðardygt.

 

Ætlanin er eisini at samstarva um útbúgvingar og ferðavinnu, sigur Kyodo News.

 

Men í greinini niðanfyri, fær áheitanin frá býráðnum í Taiji heldur kaldliga móttøku frá borgarstjóranum í Klaksvík. Les meiri um tað við at trýsta HER