Í allan dag hevur regnað av grimd í Klaksvík. Men fyri løtu síðani sleit í, og er tað í løtuni turt.
Sum tað sær út, so fer veðrið at halda sær á leið. Væntandi fer tað at vera turt restina av kvøldinum tó avbrotið av smásirmi av og á. Men tað er ikki nakað, sum skal halda fólki aftur at fara á festival. Avfallið fer at liggja millum 0,2 mm og 0,6 mm.
Lagt verður tí upp til eina hampiliga turra konsert í kvøld, tá D-A-D trína á pall kl. 22.
Ráðiligt er tó at lata seg í góðar skógvar ella stivlar, tí bøurin er enn dýggjvátur av tí nógva regninum í allan dag.