SKATTUR: Nýggjastu tølini frá TAKS um skattainntøkuna í krónum og oyrum higartil í ár, vísa greitt, hvør kommuna hevur havt størstan vøkstur og hvør kommunan hevur havt afturgongd.
Sambært tølunum er Klaksvíkar kommuna hon, ið hevur havt tann størsta vøksturin í skattainntøkuni higartil í ár, í mun til í fjør.
Teir fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var skattainntøkan í Klaksvíkar góðar 97 mió krónur, meðan hon í ár er hækkað upp í 104 mió krónur.
Hetta svarar til ein vøkstur uppá næstan 7 mió krónur, og er ein vøkstur uppá 7,1 prosent.
Hinvegin er Tórshavnar kommuna hon, sum hevur merkt til størstu afturgongdina í skattinum, um samanborið verður við árið í fjør.
Her komu 452 mió krónur inn í skatti frá januar til september í fjør, ímóti 449,9 mió í ár. Ein minking uppá góðar 2 mió krónur, sum altso er tann størsta afturgongdin hetta tíðarskeiðið.
Um ein bert hyggur eftir prosentum, hevur Hvannasunds kommuna havt størsta vøksturin - 9,4 - meðan Húsa kommuna hevði størstu afturgongdina, svarandi til 10,5 prosent.
Samanlagt eru skattainntøkurnar øktar við 15,5 mió krónum, sum svarar til ein vøkstur uppá 1,52 prosent.