- Skal tað eydnast at menna Klaksvíkina, er fyrsta fortreytin at fáa eitt fjølbroyttari vinnulív í býnum.
Tað staðfestir Suni Poulsen, sálarfrøðingur, sum hevur kannað eftir, hvussu støðan er í Klaksvík.
Hann sigur, at skalt tú skapa vøkstur í einum staði, er tað neyðugt at hava eitt fjølbroytt vinnulív, men tað hevur Klaksvík ikki, tí har er fiskivinnan høvuðsvinnan burturav.
- Klaksvík er sum ein handil við einari vøru á hyllini, men skal tað eydnast at lokka fólk til, er neyðugt at fáa fleiri vørur á hyllarnar, sigur hann so rámandi á myndamáli.
- Í hesum sambandi er eisini neyðugt at skapa fleiri størv til fólk við hægri útbúgving.
Byggja oman á
Hann sigur, at klaksvíkingar eru rættiliga frammaliga í fiskivinnuni og besta útgangsstøðið í royndunum at fjøltátta vinnulívið, er at byggja oman á eitt virkisøki, har tú frammanundan er dugnaligur.
- Klaksvíkingar hava eina langa og stórfingna fiskivinnusøgu og mítt besta boð er, at skal Klaksvíkin mennast, er besta leiðin fyrst og fremst leggja dent á skapa menning á økjum, har tey frammanundan eru dugnaligir.
Suni Poulsen sigur, at hetta merkir, at Klaksvíkingar skulu fáa meiri burtur úr fiskivinnuni, men teir skulu eisini brúka fiskivinnuna til at skapa nýggjar og avleiddar vinnur, kanska matvøruvinnu ella annað.
Í hesum sambandi heldur hann eisini, at tað er neyðugt at økja um útbúgvingartilboð og gransking, eitt nú í fiskivinnuni.
- Við øðrum orðum eiga klaksvíkingar at leggja seg eftir at skapa fleiri størv í fiskivinnuni til fólk í slipsi og klædningi, leggur hann afturat.
Men tað er eisini neyðugt at royna at fáa heilt nýggjar vinnur til Klaksvíkar, men tað er ein drúgv tilgongd.
Selja upplivilsi
Suni Poulsen leggur dent á, at í hesum sambandi er eisini alneyðugt at hugsa um at útvega størv til bæði mannfólk og konuólk.
- Tað nyttar ikki at hava góð størv til mannfólk, tí fær konan ikki eisini starv, taka menninir heldur ikki størvini.
Sálarfrøðingurin heldur, at tí eiga klaksvíngar eisini at leggja dent á at menna upplivingarvinnuna.
Hann heldur, at her eru nógvir møguleikar.
- Tað er ikki serliga viðurkent, men klaksvíkingar eru helst føroyameistarar í at skipa fyri undirhaldi og avbjóðingin er sjálvandi at byggja meiri upp á hesa vinnuna, so at talan ikki bara verður um einstøk tiltøk, sum Summarfestivalurin.
Umframt Summarfestivalin nevnir hann Sjómannadagarnar, Torradagarnar, Trukkarafestivalin, Trøllapætur, umframt eitt ríkt og fjøltáttað tónleika- og listalív yvirhøvur.
- Tað ræðir um at stuðla og stimbra tað umhvørvið, tí eg haldi, at her er av álvara nakað at byggja á, so at tað verður ein verulig vinnuvegur, sigur Suni Poulsen.
Hann leggur afturat, at ein slík menning førir annað við sær, at nú kafélív, matstovur, leikhús og onnur stýrbýareyðkenni, sum draga enn meiri fólk við skapandi evnum, til sín.
Víkingabýur í Klaksvík
Sum tað sæst í aðrari grein her á síðunum, heldur Suni Poulsen, at klaksvíkingar eiga at menna upplivilsisvinnur.
Hann hevur enntá okkurt heilt ítøkiligt uppskot um, hvussu tað kann gerast.
- Eg havi altíð droymt um at Klaksvík skal verða ein víkingabýur, sigur hann.
Hann vísir á, at amerikanarar hava Disneyworld og hann kundi væl ímynda sær at ein víkingabý ella ein ”Vikingworld” í Klaksvík.
Hann heldur, at onkur avtoftað bygd hevði verið væl hóskandi til endamálið.
Hann er sannførdur um, at hetta hevði verið ein íløga, sum hevði loyst seg, hóast tað hevði kostað nógv at gjørt tað ordiligt, tí hann ivast ikki í, at tað hevði drigið nógv fólk til Klaksvíkar.
Les eisini greinina: Klaksvíkingar eru bygdasligir og eitt sindur heimføðisligir









