Klokkan 06 í morgun verður ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, og koyrast kann uttan gjald fram til klokkan 06 sunnumorgunin.
Tunnilsdagurin er ein hugnaligur dagur í Klaksvík, har nógv fremmandafólk vitja. Er veðrið til vildar, gera handlarnir eisini eitt sindur meiri burtur úr við at seta vørur út um, soleiðis at fremmandafólk ikki skulu ganga fram við uttan at síggja, at her er kanska okkurt, sum hevur teirra áhuga.
Hýrurin á fólki er góður ein slíkan dag, og blíðskapurin í Klaksvík er sjálvandi eisini í hásæti.
Fólk, sum koma av bygd og til Klaksvíkar á tunnilsdegnum, kenna seg hjartaliga vælkomin, og í minsta lagi kunnu tey fara avstað aftur við einum upplivilsi og eini kenslu av, at blíðskapurin var stórur.
Tey, sum standa aftanfyri Handilsfelagið í Klaksvík siga, at vanligt er, at handlar í býnum hava opið á tunnilsdegnum til klokkan 22 á kvøldi.
Vanligt er eisini, at handilsfyritøkur í Eysturoy gera nakað burtur úr, tá ókeypis er at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin.