Nú viðgerðin av fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 2012 byrjar boðar samgongan frá, at hon hevur í hyggju at lækka skattaprosetið fyri komandi ár. Grundgevingarnar fyri hesi ætlan eru eitt nú niðanfyristandandi:
Vit hava tey seinnu nógvu árini upplivað, hvussu gjøld og byrðar, sum verða lagdar á tann føroyska skattaborgaran, gerast alsamt størri og tyngri hjá fólki at bera. Henda skeiva gongd er nú komin so vítt, at pínumarkið hjá fleiri samfelagsbólkum er nátt.
Summar av hesum byrðum eru lagdar á skattaborgaran, tí serligar umstøður hava gjørt seg galdandi. Her er Klaksvíkar Kommuna einki undantak, har býráðið hevur sæð seg noytt til at hækka skattaprosentið, tí fíggjarlig trongdstøða hevur gjørt seg galdandi.
Seinasta kreppan av hesum slagnum var í 2008, tá ið umfatandi sparingar máttu gerast, samstundis sum skattaprosentið varð hækkað. Grundgevingin fyri at hækka skattin var tá, at tiltøkini vóru neyðug fyri at fáa fíggjarstøðu kommununnar aftur á beint.
Tað er tí í dag ? meir enn nakrantíð ? ógvuliga umráðandi, at tey fólkavaldu ikki gloyma hesi viðurskifti og minnast til at lækka skattin aftur, tá ið hesar truplu fíggjarumstøður ikki longur gera seg galdandi.
Tað boðar meirilutin í Klaksvíkar býráð frá.