Fyrsta kappingin á árinum, Klaksvík kappingin, verður nevniliga á skránni um eina viku. Liðini, sum taka lut í Klaksvík kappingini, eru trý tey ovastu liðini frá farna kappingarári umframt KÍ. Tað vil siga, at liðini hesaferð eru HB, EB/Streymur, B36 og KÍ. Leygardagin 3. mars fer kappingin í gongd, og í fyrru hálvfinaluni spælir EB/Streymur ímóti B36, meðan KÍ og HB bresta saman í seinnu hálvfinaluni. Finalan og dysturin um triðja plássið vera á skránni sunnudagin.