Enn er tað ikki nakað ítøkiligt ppskot, men í býráðsumsitingini í Klaksvík hava tey tosað um, at kommunan møguliga skal bjóða seg fram at taka sær av listaverkinum Bládýpið hjá Tróndur Paturssyni ella at læna verkið norður til Klaksvíkar eitt skifti.
Bládýpið er verkið, sum stendur forfjónað á parkeringsplássinum beint við Listasavn Føroya, og sum stjórin á savninum vil hava burtur av økinum.
Dávur Winther, leiðari á mentanardeildini í Klaksvíkar býráð sigur, at býráðið einki víðari hevur gjørt við uppskotið annað enn at tosa við Helga Fossadal, stjóra á Listasavni Føroya.
Helgi Fossadal sigur við Sosialinum, at hann hevur onga viðmerking til uppskotið, tí savnið hevur einki við Bládýpið at gera.
- Vit ráða ikki yvir Bládýpinum. Tað kunnu tey tosa við Trónd Patursson um, sum eigur Bládýpið, sigur hann.
Dávur Winther sigur, at í býráðnum hava tey heldur ikki tikið støðu til, hvar Bládýpið skal standa, um kommunan sleppur at læna tað. Spurningurin er eisini, um tað tolir at verða flutt.
- Men tað hevði verið stuttligt at víst tað fram her í Klaksvík til dømis í summar, sigur Dávur Winther.
Næsta stigið hjá Klaksvíkar býráð verður at tosa við Trónd Patursson.